Innanlands

Ráðið fyri Ferðslutrygd: Koyr – bara

Komandi vikurnar fer Ráðið fyri Ferðslutrygd í samstarvi við Trygd og Betri trygging at hava eitt átak um gáloysni í ferðsluni

2022-05-02 07:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvat gert tú, meðan tú koyrir?

Tað er so nógv, sum lokkar okkum at taka uppmerksemið frá tí, sum vit eiga at hugsavna okkum um, meðan vit koyra. Nemliga at koyra. Bara. Alt annað er býtt. Og tað er hetta sum átakið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd varpar ljós á.

Viðkomandi átak um gáloysni í ferðsluni
Komandi vikurnar fremur ráðið, í samstarvi við Trygd og Betri trygging, átak um gáloysni í ferðsluni.

Við átaksfilmi varpa vit ljós á alt tað, sum vit lata okkum órógva av, meðan vit koyra. Og tað er jú í veruleikanum býtt. Tí tá vit koyra, skulu vit koyra. Bara.

[object Object]

Gáloysni í ferðsluni er eitt lutfalsliga nýtt hugtak, men seinnu árini hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd sett evnið á breddan fleiri ferðir, og nógvir eru hættirnir at vera gáloysin í ferðsluni, sigur ráðið.

Tú kanst vera visuelt gáloysin (tá tú hyggur burtur frá ferðsluni), kognitivt gáloysin (tá tú hugsavnar teg um annað enn ferðsluna), motoriskt gáloysin (tá tú sleppur stýrinum við aðrari ella báðum hondum) og auditivt gáloysin (tá tú lurtar eftir øðrum enn ferðsluni).

Gáloysni í ferðsluni er sostatt alt tað, sum tú gert, sum einki hevur við koyringina at gera. Til dømis:

  • tú tosar í telefon ella skrivar/lesur SMS
  • tú innstillar útvarp ella tónleik
  • tú tekur okkurt upp av gólvinum
  • tú etur, drekkur ella roykir
  • tínir tankar eru aðrastaðni

Hvat siga hagtølini?
Fartelefonin er eitt sera ítøkiligt dømi um nakað, sum kann taka uppmerksemi í koyristøðuni, og tú fær 1000 krónur í bót, um tú verður tikin fyri at nýta handhildna fartelefon. Hetta er nakað væl lægri revsing enn í Danmark, har bótin er 1.500 krónur umframt klipp í koyrikortið. Í “Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019 – 2027” verður tí mælt til, at nýtsla av handhildnari telefon í ferðsluni eisini skal geva klipp í koyrikortið, skrivar Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Sambært Ráðnum fyri Ferðslutrygd eru higartil í ár skrásett 141 mál um nýtslu av handhildnari fartelefon í ferðsluni.

Hagtølini fyri seinastu árini síggja soleiðis út:

  • 2018: 432
  • 2019: 247
  • 2020: 373
  • 2021: 295
  • 2022: 141 (higartil í ár)

– Gáloysni er ikki nóg væl dokumenterað í føroysku hagtølunum, men í grannalondum okkara vísa kanningar, at gáloysni er millum vanligastu orsøkir til ferðsluvanlukkur. Í Danmark er gáloysni sostatt orsøk til fleiri enn 50% av øllum deyðsvanlukkum í ferðsluni, skrivar Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Í kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri ráðið, hava tey spurt, hvat fólk meta vera høvuðsorsøkin til, at fólk fáa skaða í ferðsluni, og heili 47 prosent av teimum spurdu svara ‘gáloysni’ og bara ‘ov nógv ferð’, verður mett størri skaðaorsøk í ferðsluni.

Men hóast nógvir føroyingar vísa á gáloysni sum eina høvuðs skaðaorsøk í ferðsluni, siga 20 prosent, at tey javnan tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil. Vit eru sostatt tilvitaði um, at gáloysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur ting enn at koyra. Bara. Og tað er ordiliga býtt.

Í hesum sambandi hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd eisini nøkur góð ráð fyri, hvussu mann tryggjar sær, at telefonin ikki órógvar, meðan koyrt verður.

– Veist tú at flestu snildfonir hava eina funku, sum kann stillast soleiðis, at telefonin ikki ringir, ella tekur ímóti sms’um, tá tú koyrir?

– Ert tú ferðafólk í bili, har bilførarin tekst við annað, enn at koyra: bjóða tær at taka tær av telefonsamrøðuni, sms’inum, ella útvarpinum. Ella bið hann koyra til síðis og steðga bilinum, til hann er til reiðar at halda fram og koyra. Bara.

Átakið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd byrjar í dag, 2. maj, og heldur fram í tríggjar vikur. Løgreglan ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder