Innanlands

Radiobúðin Sp/f hevði minkandi úrslit í 2021

Men felagið er væl fyri fíggjarliga og hevði við árslok 2021 ein eginpening upp á 17,8 milliónir krónur

2022-06-15 10:41 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Ein av kendu fyritøkunum í Føroyum sum veita útgerð til skip og bátar er Radiobúðin í Runavík. 

Síðani 1963 tá virkið var stovnað av Eyðun Joensen, eisini nevndur Eyðun í Radiobúðini, verður virkið nú rikið víðari av synunum Trygva og Elva Joensen.  Fyritøkan er heimhoyrandi í Runavík og selur í dag umframt til skip og bátar eisini til privar kundar. Eisini eigur felagið meirlutan í dótturfelagnum Radioservice Sp/f, sum er heimahoyrandi í Havn. 

Roknskapurin fyri 2021 hjá Radiobúðini Sp/f vísur at bruttovinningurin er fallin við 1,6 mió.kr til 7,6 mió.kr. í 2021. Talan er um eitt fall í bruttovinninginum á 17 prosent í 2021. 

[object Object]

Rakstrúrúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt Ebidta, fall úr 2,3 mió.kr. í 2020 til 1,2 mió.kr. í 2021, sum er ein minking á heili 54 prosent.

Ársúrslitið eftir skatt vísti í 2021 eitt avlop á 753 tkr.  Í 2020 var úrslitið heili 4,4 mió..kr.  

Fíggjarjavnin hjá Radiobúðini Sp/f er øktur úr 24,6 mió.kr. í 2020 til 27 mió.kr. í 2021.  Serliga sæst at ognir í umferð eru øktar við 2,3 mió.kr., har serliga vørugoymslur eru øktar við 1,8 mió.kr. og áogn frá debitorum er økt við 850 tkr.  

Radiobúðin Sp/f er annars sera væl fyri fíggjarliga Sp/f og hevur við árslok 2021 ein eginpening upp á 17,8 mió.kr. Trygdarevnið hjá felagnum var tískil 66 prosent, sum verður mett at verða sera gott. 

Langfreistaða skuldin hjá felagnum er niðurgoldin úr 4,1 mió.kr. í 2020 til 3,7 mió.kr.í 2021.  

Stuttfreistaða skuldin hinvegin er økt úr 3,2 mió.kr. í 2020 til 5,2 mió.kr. í 2021. 

Gjaldførið hjá Radiobúðini var gott, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutall”, sum var 316 prosent. Hetta merkir, at umsetiliga ognir í umferð vóru 3,2 ferðir størri enn tær stuttfreistaðu skyuldurnar hjá felagnum. Hetta verður roknað sum at felagið er væl fyri gjaldførisliga. Tøki peningurin við árslok 2021 var 479 tkr.

Felagið upplýsir ikki í roknskapinum ella á heimasíðuni hvørjir eigararnir eru. Mett verður tó at brøðurnir Elvi og Trúgvi Joensen eru høvuðspartaeigarar í felagnum. 

Stjóri í Radiobúðini eru Trúgvi Joensen og Elvi Joensen er nevndarformaður.  

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder