2020-12-10 08:36

Ein nýggj útvarpsstøð hevur sæð dagsins ljós. Radio.fo eitur støðin, sum bert hoyrist á internetinum.
- Vit eru ein røð av “radio-aktivum” og radio-áhugaðum fólkum, sum mynda nýggja útvarpið. Í desember spæla vit nógvan jólatónleik og hava fleiri hugnalig og jólalig innsløg. Vit vóna, at lurtararnir taka væl í móti Radio.fo og vilja fegin hoyra frá tykkum, skrivar Jógvan Poulsen, samskipari hjá radio.fo í eini fráboðan.
Jógvan Poulsen hevur útvarpsroyndir eitt nú frá sendingini Andøvsløtan á R7, har hann stundum hevur loyst fasta vertin, verfaðirin Óla Breckmann, av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald