Innanlands

Radioskipan komin í Viðareiðistunnilin

Radioskipanin var ikki partur av upprunaligu tunnilsverkætlanini, men tilbúgving og lokal hava saknað radioskipan í tunlinum, og hósdagin varð hon tendrað.

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2026-09-26 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Loksins er radioskipan komin í Viðareiðistunnilin.

Radioskipanin kann hava fleiri kanalir og hevur eisini break-in funku, sum merkir, at tilbúgvingin kann taka hornið av í teknikkhúsinum, sum so brýtur allar kanalir av, so mann fær boð ígjøgnum til koyrandi í tunlinum, um ein óheppin støða er íkomin.

Viðareiðistunnilin lat upp í 2016, og orsøkin til, at radioskipanin ikki er kemin fyrr, er sambært Landsverk, at tøknin var ikki partur av upprunaligu tunnilsverkætlanini.

Fleiri tunlar hava ikki radioskipan, so ein meting av tørvinum verður gjørd so hvørt. Men tilbúgvingin og lokal hava saknað radioskipan í Viðareiðistunlinum, og tí varð útgerðin nú sett upp.

Radioskipanin bleiv endaliga tendrað á døgurða hósdagin 24. september.

El-service hevur staðið fyri arbeiðnum at seta radioskipanina upp, og hevur arbeiðið gingið skjótt og væl. Arbeiðið kostaði umleið 1,4 milliónir krónur, skrivar Landsverk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder