Norska uttanríkisráðkvinnan, Anniken Huitfeldt er komin í trupulleikar av forrætningunum hjá manni sínum.
Á tíðindafundi í dag ásannaði hon, at hon ikki hevur verið sína ábyrgd vaksna sum ráðkvinna, við ikki at hava kunnleika til, at maður hennara hevur handlað á keypsskálanum í Oslo, eitt við virðisbrøvum í fyritøkum, ið fáast við vápnaframleiðslu.
Hon viðgekk, at tað er orsøk til at seta spurnartekn við hennara virki sum ráðkvinna.
Maður Huitfelds, Ola Flem, hevur eitt nú keypt og selt partabrøv í Kongsberg Gruppen, sum framleiðir vápn, og í eini børsskrásetta fyritøku, sum virkar í fiskivinnuni. Sambært norskum miðlum kann vera talan um fyritøkur, ið kunnu ávirkast av teimum avgerðum, sum Huidtfeldt hevur tikið, eftir at hon gjørdist ráðkvinna við uttanríkismálum.
Sjálv hevur Anniken Huitfeldt sagt, at hon ikki hevði vitan um, hvørji partabrøv maður hennara handlaði við.
Á tíðindafundinum í dag segði Anniken Huitfeldt, at hon nú fer at rudda upp í sínum tingum, og segði, at tað bert er ein persónur, sum hevur ábyrgdina av støðuni, hon er komin í. Og tað er hon sjálv.
Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, sigur við NRK, at hann hevur álit á uttanríkisráðkvinnuni út frá teimum upplýsingum, sum eru komnar fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald