Innanlands

Ráðstevna: Friður í okkara tíð?

Ráðstevna verður á Fróðskaparsetri Føroya hósdagin 7. apríl undir heitinum "Trygd og altjóða politikkur í Norðuratlantshavi og Arktis nú og í framtíðini"

(Mynd: Arktis Kommando/setur.fo)

(Mynd: Arktis Kommando/setur.fo)

2022-03-29 20:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder
  • Hvørjar eru avleiðingarnar av øktum hernaðarligum virksemi í Norðuratlantshavi og Arktis?
  • Hvørji viðurskifti hava við sær, at arktiska økið fer frá trygdarpolitiskum lágspenningi til háspenning?
  • Hvørja ávirkan hevur økta rivaliseringin ímillum superveldini á smátjóðir og oyggjasamfeløg?
  • Í hvønn mun kunnu Føroyar, Grønland og Danmark vera við til at varðveita frið, trygd og stabilitet í einum nýggjum geopolitiskum veruleika?
  • Hvussu ávirkar kríggið í Ukraina arktiska økið?
  • Og hvussu skulu smátjóðir navigera í einum politiskum veruleika eyðkendur av kríggi, ótryggleika og óstabiliteti?

Hesi og onnur viðkomandi evni eru á skrá í Kongshøll 7. apríl, tá diplomatar og altjóða serfrøðingar úr Norðurlondum og Stórabretlandi fara at leggja fram og kjakast um tær trygdarpolitisku og uttanríkispolitisku avbjóðingar, sum eyðkenna Norðuratlantshav og Arktis.

Á ráðstevnuni luttaka umboð úr Íslandi, Føroyum, Grønlandi, Danmark, Finlandi og Stórabretlandi

Ráðstevnan, sum fer fram á enskum, byrjar klokkan 10 og endar klokkan 12.45.

Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri ráðstevnuni saman við Forsvarskakademiet í Danmark og arbeiðsbólki undir danska Uttanríkisráðnum, sum í løtuni skrivar nýggja frágreiðing um trygdarpolitikk, og sum eisini hevur umboð úr Føroyum og Grønlandi.

Skráin fyri ráðstevnuna sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder