Innanlands

Ráðstevna um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í morgin

Ráðstevnan tekur útgangsstøði í Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, sum varð almannakunngjørd í vár

Ráðstevnan verður í Lívdini í Hoyvík í morgin (Savnsmynd)

Ráðstevnan verður í Lívdini í Hoyvík í morgin (Savnsmynd)

2022-05-23 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, týsdagin 24. mai, verður almenn ráðstevna, har rúsevnismisnýtsla verður sett á breddan.

Løgmansskrivstovan, Uttanríkis- og mentamálaráðið, Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið skipa fyri ráðstevnuni, sum verður í Lívdini í Hoyvík frá klokkan 8.45 til klokkan 16.15.

Ráðstevnan tekur útgangsstøði í Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, sum varð almannakunngjørd í vár. Í heildarætlanini er dentur lagdur á fyribyrging í breiðum týdningi, har trivnaður, góðir felagsskapir og samstarv tvørtur um geirar eru lyklaorð, skrivar Løgmansskrivstovan.

Á ráðstevnuna verða tvey yvirskipaði evni viðgjørd:

  • Hví er trivnaður, so týdningarmikil, tá ið tað kemur til fyribyrging?
  • Hvussu hjálpa vit teimum, sum longu hava ein trupulleiki?

Fleiri fyrilestrarhaldarar fara at umrøða evni úr heildarætlanini úr ymiskum sjónarhornum og orðaskifti verður um, hvussu vit seta átøkini í heildarætlanini í verk.

Tað er ókeypis at luttaka á ráðstevnuni, men tó er neyðugt at melda seg til áðrenn. Meira kunning um hetta fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder