Mentanarliga og málsliga eru Føroyar fjølbroyttar, og tað setir krøv til okkara skúlaverk og myndugleikar at fylgja við. Tí verður skipað fyri ráðstevnu 22. mars um tað lutfalsliga nýggja fakøkið í Føroyum, sum eitur Føroyskt sum annaðmál.
Hetta er eitt fak, sum er neyðugt fyri at geva fólki í Føroyum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, nøktandi undirvísing og harvið amboð til at fóta sær væl í okkara samfelag til gagns fyri øll.
Fyriskiparar eru umboð fyri Fróðskaparsetur Føroya og lærarar, sum nýliga - og sum teir fyrstu - hava staðið Diplomútbúgving í Føroyskum sum annaðmál á Føroyamálsdeildini.
Á ráðstevnuni verða fyrilestrar, styttri framløgur, uppsløg og samrøður, sum bæði snúgva seg um politikk og praksis á økinum.
Málbólkurin fyri hesa ráðstevnu eru lesandi og skúlafólk á øllum stigum, eisini leiðslustigi, umframt politikarar, sum skulu seta karmarnar fyri okkara skúlaverk nú og komandi.
Tey, sum koma á ráðstevnuna, fáa millum annað innlit í hvat føroyskt sum eitt annaðmál er, altjóða og føroyska gransking karmar og fyriskipan av økinum
Ráðstevnan verður hildin í Kongshøll á Vestara Bryggju frá klokkan 9 til umleið klokkan 15. Ráðstevnan er ókeypis - tó er tilmelding neyðug. Til ber til at melda seg til á atgongumerki.fo.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald