Innanlands

Ráðstevna um Brexit á Faroexpo

Íslendski uttanríkisráðharrin verður við á Brexit táðstevnu í Løkshøll

Guðlaugur þór þórðarson (Mynd: Johannes Jansson / norden.org)

Guðlaugur þór þórðarson (Mynd: Johannes Jansson / norden.org)

2020-10-05 17:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

“Brexit, avbjóðingar og møguleikar” er heitið á ráðstevnuni á Faroexpo í Løkshøll 23. oktober.

Málið við ráðstevnuni er at lýsa støðuna í samband við Brexit, og hvussu Føroyar koma at standa í skiftinum hjá Bretlandi, frá at vera eitt ES-land til at standa í somu støðu í Norðurhøvum sum vit og onnur lond, ið ongantíð gjørdust partur av hesum felagsskapi.

Eisini er ætlanin at koma inn á hví samvinnan við Stóra Bretland ikki er størri, enn hon er.

Fyrilestrarnir fara at lýsa støðuna í samband við Brexit frá trimum ymiskum sjónarhornum, og hava vit tí fingið tveir útlendskar og ein føroyskan fyrilestrarhaldara til at lýsa støðuna. Fyrilestrarnir verða:

Føroyska sjónarhornið verður lýst av Áka Johansen, føroyska sendimanninum til Bretlands: “Møguleikar hjá føroyskum tænastu fyritøkum í Bretlandi”.

Íslendska sjónarhornið verður lýst av uttanríkisráðharra Íslands, Guðlaugi þór þórðarsyni: “Uttanríkisráðharri og altjóða menningarsamstarv”.

Og bretska sjónarhornið verður lýst av bretsku sendikvinnuni til Danmarkar, hon eitur Emma Hopkins: “Framtíðar handil og fíggjarligt samstarv millum Stóra Bretland og Føroyar”.

Eftir fyrilestrarnar verður eitt pallborð við fólkum, sum kenna til støðuna millum Stóra Bretland og Føroyar, soleiðis sum hon er í dag, og sum kunna reflektera yvir hvussu tað er ynskiligt, at støðan verður framyvir og hvussu komið verður hartil. Áhoyrararnir fáa høvi at verða við í kjakinum.

Ráðstevnan er almenn, men orsaka av korona-tilmælunum sleppa bert 100 luttakarar til ráðstevnuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder