Frá klokkan 13 til klokkan 15.25 er ráðstevna á skránni í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Hon snýr seg um norðurlendska samstarvið Nordplus og ymiskt virksemi hjá tí í Føroyum
Sjóneykan verður sett á Nordplus verkætlanir, sum føroyingar luttaka í. Ráðstevnan skal varpa ljós á verkætlanir og møguleikar við Nordplus skipanini.
Nordplus er eitt samstarv millum ellivu tjóðir: norðurlondini Danmark, Finnland, Ísland, Noregi, Svøríki, Grønland og Føroyar, umframt baltisku londini Estland, Letland og Litava.
Stuðulsskipanirnar í Nordplus eru rúgvusmiklar, og á hvørjum ári eru føroyingar við í verkætlanum innan fleiri øki. Innan undirvísing er tað alt frá hægri lesnaði, miðnámi, til fólkaskúlan, sum kunnu fáa gleði av Nordplus. Endamálið er at skapa samstarv og netverk í millum londini og menna góðsku, skapanarevni og nýhugsan í undirvísingini.
Sum dømi kann nevnast, at Sankta Frans Skúli í Havn hevur luttikið í Norðplus-junior, sum er ein skipan fyri undirvísingarøkið, sum stuðlar samstarvi millum skúlar og næmingar. Í tí sambandi hevur m.a. ein 7. flokkur samstarvað við skúlar í Danmark og Íslandi um burðardyggar vanar, og ein annar flokkur hevur samstarvað um grøna orku, mentan og ríkisfelagsskap. Flokkarnir, sum luttaka, vitja hini samstarvslondini og taka ímóti teimum flokkum, ið vitja í Føroyum. Skúlin nevnir, at samstarvið er sera mennandi og letur dyrnar upp fyri øðrvísi undirvísingarhættum, har til ber at uppliva aðrar mentanir, felagseyðkenni og mennast á henda hátt.
Til ber at lesa meira um tað her
Áhugafeløg og vaksin kunnu eisini gagnnýta møguleikarnar við Nordplus til ymiskar verkætlanir.
Tórshavnar Kvøldskúli hevur luttikið í skipanini fyri vaksin, Nordplus-adult, í einum samstarvi við Danmark og Grønland, sum hevur til endamál at styrkja bondini millum londini innan felagslív. Verkætlanin hevur millum annað ment ein talgildan vitanarportal, sum skal stuðla undir sambond og samstarv, har m.a. viðkomandi tilfar, politisk skjøl, yvirlit yvir stuðulsmøguleikar og annað viðkomandi tilfar, er at finna.
Hetta eru bara nøkur av mongum dømum um møguleikar við Nordplus. Á ráðstevnuni ber til at hoyra nærri um mongu møguleikarnar við Nordplus.
Til ber framvegis at melda seg til. Tað kann gerast HER - har skráin eisini er.
Norðurlandahúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald