Innanlands

Ráðstevna um pápar og familjulív

Týsdagin 29. mars klokkan 9 verður ein vísindalig ráðstevna hildin á Fróðskaparsetri Føroya um pápar og familjulív

2022-03-26 18:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn fara fimm granskarar úr Danmark, Íslandi, Kanada og Føroyum at tosa um pápar og familjulív við støði í nýggjari gransking.

Í grannalondum okkara hava sjónarmiðini og royndirnar hjá monnunum í mong ár verið týðandi partur av akademiska orðaskiftinum um kyn, javnstøðu, barnauppaling og familjuvirði, men í Føroyum er hetta nýggjur táttur í granskingini og samfelagskjakinum.

Á ráðstevnuni verða evni sum t.d. pápafarloyvi, heilsa, maskulinitetur, "nýggir pápaleiklutir" veteranar og rættindi viðgjørd.

Framløgurnar viðgera eisini nýggj ástøðilig rák í maskulinitets- og kynsgranskingini.

Endamálið við ráðstevnuni er at miðla vitan og harvið at birta upp undir eitt kjak um pápar, gerandislív og samfelagsbroytingar í Føroyum í 21. øld.

Lesið meira um skránna her.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder