Á ráðstevnuni kanna vit, hvussu skyldskapur røkkur útum blóðbond og hjúnarlag, og hvussu vit í Føroyum skilja okkara samband við umheimin, náttúruna og hvønn annan.
Ráðstevnan er eitt samstarv ímillum granskarar og listafólk, ið saman við luttakarum fara at menna nýggja vitan og skapa uppmerksemi um okkara serstøku oyggjatjóð. Tað verður millum annað gjørt ígøgnum skaldskap, artwalks og improvisatión í ymiskum samanhangum.
Granskarar, lesandi, listafólk og øll áhugað kunnu luttaka. Til ber at lesa meira um ráðstevnuna og tekna seg á haskulin.fo.
Umframt at luttakarir velja seg inn á ymiskar verkstovur hvønn dag, so verða eisini almennir fyrilestrar fríggjadag og sunnudag, har øll kunnu lurta ókeypis.
Skrá fyri almennu fyrilestrarnar á Føroya Fólkaháskúla
Fríggjadag 6/9 kl. 18.30
Keynote 1: Nanna Schneidermann, PhD og Turið Nolsøe, PhD
“Hvør Eigur Teg?”: an ethnographic defrosting of kinship and coloniality through the prism of the Faroese word “hjá”.
Sunnudag 8/9 kl. 17.15
Keynote 2: Dr. Nicole Daniels, University of Cape Town
Seeding feminist futures: Ultrasounds, interbeing and foetal essences
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald