Innanlands

Ráðstevna: Vitan, vinna og visjón

Hvussu kann gransking gagna vinnulívinum, og hvussu kann vinnulívið gagna granskingini? er spurningur, ið verður settur á skánna á ráðstevnuni í Kongshøll 20. mai

Ráðstevnan verður í Kongshøll 20. mai (Savnsmynd)

Ráðstevnan verður í Kongshøll 20. mai (Savnsmynd)

2022-05-08 16:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvussu kann gransking gagna vinnulívinum, og hvussu kann vinnulívið gagna granskingini?

Hesin spurningur verður settur á skánna í Kongshøll fríggjadagin 20. mai, tá Tórshavnar Kommuna, Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya bjóða til ráðstevnu, har ljós verður varpað á, hvussu gransking kann gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu vinnulívið kann gagna granskingini – eisini frælsu granskingini - í Føroyum.

Roynd vinnulívsfólk, sum millum annað sjálv hava granskingar- og íverksetararoyndir, fara at hava framløgur, vit hoyra eisini, hvussu tað er at vera granskaraspíri, og somuleiðis verður ein visjón løgd fram um, hvussu granskingarumhvørvið í Føroyum kann styrkjast.

Borgarastjórin í Tórshavnar kommunu setur dagin, síðani verða sjey stuttar framløgur, har rektarin á Fróðskaparsetrinum tekur samanum.

At enda verður orðaskifti undir leiðslu av Brynhild Thomsen, har spurt verður, hvussu gransking í størri mun enn nú kann gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu vinnulívið í størri mun enn nú kann gagna granskingini í Føroyum.

Tiltakið endar við ábiti og netverkan, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuna.

Tiltakið er fyri øll, men tað er neyðugt við tilmelding.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder