Innanlands

Ræðandi ungdómshús í Vestmanna

Staðið er innrættað til spenning og óvæntaðir hvøkkir komandi vikuskiftið.

2026-10-24 13:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spenningur og óvæntaðir hvøkkir eru á skránni í ungdómshúsinum Staðið í Vestmanna, sum komandi vikuskiftið verður gjørt um til eitt ræðsluhús.

Gulu handilshúsini hjá John verða umskapað til eina ræðandi søgugongd, har gestirnir ganga gjøgnum myrkar smogur og møta ymsum óvæntaðum hendingum, sum kunnu fáa sjálvt tey djarvastu at gerast kløkk, skrivar Vestmanna kommuna.

- Ætlanin er, at fólk skulu gerast frá sær sjálvum av ræðslu – eitt stað, har marrur verða til veruleika, siga tey á Staðnum.

Tað er ungdómurin á Staðnum, sum sjálvur hevur gjørt lutirnar og tilhoyrið til ræðsluhúsið. Nakrir av teimum elstu ungdómunum fara eisini at hava leiklutir í ræðandi søgugongdini.

Aldursmarkið er sett til 4. flokk. Foreldur kunnu sjálvi gera av, um tey loyva yngri børnum inn, men børn undir aldursmarkinum skulu fylgjast við einum vaksnum.

Atgongumerkið kostar 50 krónur, og fýra fólk sleppa inn í ræðsluhúsið í senn.

Ræðsluhúsið hevur opið hóskvøldið 29. oktober og fríggjakvøldið 30. oktober, bæði kvøldini frá klokkan 18 til 21. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder