Uttanlands

Ræðuligar myndir úr Butja prógva, at Russland fremur krígsbrotsverk

Linligi forstaðurin til Kiev, Butja, er vorðin ímyndin av ukrainsku mótstøðuni, men eisini av ræðuleikunum frá krígnum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-04-04 08:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ukrainska uttanríkisráðið ákærir nú Russland fyri at hava avrættað sivilfólk í býnum Butja.

Deyðir mannakroppir liggja spjaddir í gøtunum í býnum, sum liggur nakrar og tjúgu kilumetrar frá høvuðsstaðnum, Kiev.

AFP tíðindastovan hevur verið í býnum, og skrivar, at lík í sivilum klæðum liggja í gøtunum eftir at russisku herdeildirnar í skundi eru rýmdar úr býnum.

Fólkini eru nakkaskotin, sigur Anatolij Fedoruk, borgarstjóri í Butja, sambært AFP.

280 fólk eru grivin í hópgrøvir, sambært borgarstjóranum. Eisini boðar hann frá, at heilar familjur eru dripin í bilum sínum.

Áðrenn russisku innrásina var Butja ein linligur lítil forstaður til Kiev. Nú er býurin og grannabýurin Irpin ímyndin av ukreinsku sjálvverjuni, sum forðaði russum í at kringseta høuðsstaðin, Kiev.

Býurin er stórt sagt lagdur í oyði av krígnum, skrivar AFP. Spreingingar hava oyðilagt stórar bygningar og handlar, matstovur og heim eru brend niður. Einans skundmatstovan McDonald’s tykist ikki at hava fingið skaða, skrivar AFP.

Í gøtunum síggjast lík, og serliga í einari gøtu tykjast líkini at liggja í eini skipan á einum stuttum strekki.

Tey flestu í bólkum, meðan onnur eru deyð einsamøll. Eitt nú ein maður, sum er skotin á súkklu síni.

[object Object]

Ukrainska verjimálaráðið ákærir nú russisku herdeildirnar fyri at hava avrættað sivilfólk í Butja.

Á Twitter sammetir verjumálaráðið hendingarnar í Butja við hendingarnar í Sebrenica í Bosnia í nítiárunum, tá 7.000 muslimskir menn og dreingir vórðu dripnir í hópdrápinum har.

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, skrivar, at tey eru farin í samstarv við altjóða krígsdómstólin ICC, um at kanna drápini í Butja.

Millum leiðandi politikararnar, sum hava gjørt viðmerkingar til myndirnar er bretska uttanríkisráðkvinnan, Liz Truss, sum skrivar soleiðis á Twitter:

- Eg eri skelkað yvir ræðuleikarnar í Butja og øðrum ukrainskum býum. Frágreiðingarnar um at russiskar herdeildir hava lagt eftir sivilfólki eru andstyggiligar. Bretland er við í arbeiðinum at skaffa prógv og stuðlar altjóða dómstólinum í kanningini av krígsbrotsverkum.

Úr Kreml verða skuldsetingarnar afturvístar sum falstíðindi.

Russiska uttanríkisráðið sigur, at upptøkurnar av líkum á gøtunum er bílagt arbeiði frá amerikanskari síðu, sum liður í eini ætlan at geva Russlandi skuldina fyri drápini.

- Tað er USA og Nato, sum eru meistarar í at provokera, sigur Maria Zakharova, talskvinna, í eini samrøðu við russiska statssjónvarpið, skrivar Reuters.

Hon undrast yvir, at vestanlond sótu klár at gera viðmerkingar við ræðuligu myndirnar frá Butja.

Sambært The Guardian er Russland ikki komin við prógvum fyri sínum uppáhaldum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder