Mentan

Ræst fingið heiður fyri sín vínkjallara

Kosin fyri at hava besta miðallanga vínkortið í ríkinum

Karin Visth hevur upparbeitt ein rættiliga umfatandi vínkjallara (Mynd: Beinta á Torkilsheyggi)

Karin Visth hevur upparbeitt ein rættiliga umfatandi vínkjallara (Mynd: Beinta á Torkilsheyggi)

2025-11-25 09:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um ein vínkennari ella -elskari veruliga skal finna eitt stað við óvanliga góðum úrvali av vínum í danska ríkinum, so skal viðkomandi leita til tann partin av ríkinum, har matstovurnar sjálvar ikki hava møguleika at keypa og innflyta vínið uttan at gera tað gjøgnum einkarsøluna á staðnum.

Matstovan Ræst í Havn varð mánadagin heiðrað við enn eini flottari viðurkenning.

Tað er felagsskapurin Star Wine List, sum metti ræst til at vera bestu matstovu í ríkinum millum tær matstovur, sum hava ein miðal stóran vínlista.

Tey, sum hava upplivað at fáa eina stóra matuppliving á matstovuni Ræst eru kanska ikki greið yvir, at Karin Vist, víntænari á Ræst hevur upparbeitt eina stóra goymslu av góðum – og dýrum – vínum, sum tú kanst velja ímillum, tá tú etur har á staðnum. Orsøkin til, at tey ikki hava  gáað eftir tí er, at oftast velja gestirnir ta vínskánna, sum matstovan sjálv hevur parað til rættirnar, ið verða borðreiddir á matstovuni.

Men veruligir vínkennarar, sum vita hvat teir vilja hava, hava eisini møguleika at hyggja í tann lutfalsliga langa vínlistan á matstovuni og sjálvir velja sær hvat vín tey vilja hava at drekka.

Vínlistin hjá Ræst sæst her

Tað er fyri henda vínlista, at Ræst nú varð kosin fyri at hava “The Best Medium-Sized List in Denmark 2025”.

Í tíðindaskrivi frá Star Wine List stendur, at ein av dómarunum, Stefan Neumann (Master Sommelier), segði soleiðis tá hann sá úrvalið hjá Ræst: “eitt sant kærleiksverk, gjørt við umsorgan og neyvleika. Ein sjáldsom javnvág – fjølbroytt og ævintýrakent. Kann ikki bíða við at fara”.

Ræst verður nú við í kappingini í heimsumfatandi finaluni um Star Wine List of the Year International. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder