Tað var tann 17. desember í fjør, at 24-ára gamla Louisa Vesterager Jespersen úr Ikast, og den 28-ára gamla Maren Ueland fra Bryne í Rogalandi í Noregi, vórðu funnar deyðar í fjallalendinum næhendis bygdini Imlil í Marokko. Vinkonurnar vóru farnar at fjakka. Tær gingu í Atlasfjøllunum og svóvu í tjaldi, og tað var í tjaldinum, at líkini vórðu funnin stuttu undan jólum.
Eitt sermerkt við drápinum er, at sjónbandsupptøka er av tí, ið fýra menn við áhuga fyri Islamiskum Stati eru skuldsettir fyri at fremja. Í alt eru 24 fólk skuldsett í málinum, ið verður sæð sum ein yvirgangsatsøgn. Sjónband av drápinum fór runt á sosialu miðlunum stutt eftir hendingina, og tað varð millum annað sent til tey nærmastu hjá offrunum, umfraamt norska forsetismálaráðharran, Ednu Solberg. 14 fólk í Danmark vórðu skuldsett fyri at deila upptøkuna.
Tað er vorðið greitt, at teir fýra høvuðsskuldsettu, har tríggir høvdu størri leiklut enn tann eini, ætlað at játta seg sekar, og at teir hava samstarvað við løgregluna. Men í dag upplýsti verjin fyri mennirnar, Hafida Makssaoui, at rættarmálið er útsett í tvær vikur. Orsøkin er, at sakførarnir hjá familjunum hjá offrunum krevja, at staturin Marokko hevur umboðsfólk til staðar í rættinum, soleiðis at staturin kann ábyrgjast fyri drápini og rinda familjunum endurgjald.
Dómarin gekk við til kravið, og harvið verður nýggjur rættarfundur 30. mai.
Uttanlands
Rættarmálið í Marokko aftur útsett
Ákærin krevur, at staturin Marokko skal hava umboð til staðar, og tískil er rættarmálið útsett tvær vikur
Tær myrdu skanidinavisku kvinnurnar (Mynd: DR)
2019-05-16 17:24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald