Innanlands

Rættarskipanin í Føroyum verður raðfest hægri

Slakar níggju milliónir verða settar av til rættarskipanina í árunum 2024 – 2027. Danska stjórnin fer eisini at kanna hvussu KT–skipanin í Føroya Rætti verður lyft upp á sama stig sum tann danska

-Tað hevur alstóran stóran týdning, at nóg mikið av starvsfólki eru til arbeiðis í Føroya Rætti, um rættartrygdin skal vera í lagi. Tað sigur Anna Falkenberg millum annað í samband við nýggju semjuna

-Tað hevur alstóran stóran týdning, at nóg mikið av starvsfólki eru til arbeiðis í Føroya Rætti, um rættartrygdin skal vera í lagi. Tað sigur Anna Falkenberg millum annað í samband við nýggju semjuna

2023-11-22 16:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

8,7 milliónir verða settar av til rættarskipanina í Føroyum í árunum 2024 – 2027 fyri millum annað at stytta um viðgerðartíðina í Føroya Rætti. Harumframt hevur danska stjórnin bundið seg til at gera eina kanning av, hvussu KT–skipanin í Føroya Rætti verður lyft upp á sama stig sum KT–skipanin, ið verður brúkt í
Danmark. Tað er úrslitið av samráðingunum, sum Anna Falkenberg hevur luttikið í sambandi viðlangtíðarfígging av rættarskipanini.

Talið av málum í Føroya Rætti hava verið vaksandi seinnu árini, og tí eru 3,2 milliónir settar av til setan av starvsfólkum. Eisini skulu pengar brúkast til at stigvíst taka av verandi KT-skipan.

Harumframt verður arbeitt við trygdini í sambandi við digitalum samskifti. Í tí sambandi skulu pengar setast av uttanu m semjuna um langtíðarfígging av rættarskipanini. 

-Tað hevur alstóran stóran týdning, at nóg mikið av starvsfólki eru til arbeiðis í Føroya Rætti, um rættartrygdin skal vera í lagi. Tí fegnist eg um, at Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, hevur lurtað eftir okkara ynskjum og raðfest at seta pengar av til fleiri starvsfólk, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri
Sambandsflokkin.

Nýggj KT-skipan
Eitt av aðalmálunum hjá Annu Falkenberg hevur verið, at tænastustigið í rættarskipanini í Føroyum og íDanmark er á sama stigi.

Ein forðing fyri hesum hevur verið KT-skipanin, sum Føroyar Rættur brúkar, tí P-talið verður brúkt í Føroyumog CPR-nummarið í Danmark. Men nú verða ítøkilig stig tikin til at loysa málið, tí danska stjórnin fer kanna, hvat skal til fyri javnseta skipaninar.

- Hetta hevur verið eitt trupult mál. Stjórnin vildi, at ein kanning verður gjørd, áðrenn peningur verður settur av til økið. Tí er tað gott, at gongd er komið á málið. Umframt kanningina, er stjórnin sinnað at loysa málið,
tá úrslitið av kanningini er greitt. Sjálvandi má tænastustigið í Føroya Rætti vera tað sama, sum í rættinum í Danmark. Einki annað kann góðtakast, sigur Anna Falkenberg.

Í avtaluni um fígging av dómstólunum næstu trý árini stendur, at danska stjórnin í seinasta lagi í 2025 skal vera liðug við eina kanning, sum fær greiðu á, hvussu KT -skipanin í rættinum í Føroyum og í Grønlandi fáast at virka á sama stigi sum í Danmark, og hvussu minretssag.dk kann setast í verk í Føroyum og í Grønlandi.

Tá kanningin er liðug, verður hon løgd fyri flokkarnar, ið hava gjørt avtaluna um fígging av dómstólunum við tí endamáli, at tænastustigið í Føroyum og í Grønlandi verður lyft uppá sama stig sum í Danmark.

Sambandsflokkurin á fólkatingið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder