Innanlands

RÁK: Ætla at gagnnýta plast úr sjónum

Spennand verkætlan sprottin burtur úr Fab Lab í Vági er farin á Hópfígging

2026-07-16 16:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Vági eru tey farin undir eina verkætlan, sum hevur til endamáls at savna plast úr havinum og forma tilfarið til nýggjar lutir.

RÁK Lab, sum verkætlanin eitur, er sprottin úr Fab Lab Vágur, sum er eitt skapandi verkstova, har øll kunnu koma inn at brúka tøkni, so sum 3D-prent, lasaraskerara, CNC-maskinuyr og aðra talgilda framleiðslutøkni til at menna hugskot. Her verður nýggj tøkni sameinað við lokalt tilfeingi og felagsskap í verkætlanum innan endurnýtslu, ull, tara og plast.

RÁK Lab leggur grundarlagið undir eitt langtíðararbeiði, har Fab Lab Vágur yvir komandi ár fer at kanna og menna nýggjar mátar, at arbeiða við endurnýtslu, burturkasti og skapandi framleiðslu í einum smidligum, fyribils verkstaði.

Verkætlanin fer at koyra samstundis við virkseminum hjá Fab Lab komandi árini, og fer at kanna ítøkiligar mátar, at umskapa burturkaststilfar til nýggjar vørur, samstundis sum hon fremur burðardygd, skapandi arbeiði og staðbundna nýskapan.

Málið er at styrkja kreativitet, nýskapan og burðardygd í Føroyum.

Til tess at fáa gongd á verkætlanina, er RÁK Lab farið á Hópfígging har málið er at savna inn 60.000 krónur. Pengarnir skulu brúkast til at fíggja tvær vikur við fulltíðararbeiði hjá einum toymi av fólkum, sum skulu seta pop-up lab upp í november 2026.

Meira kann lesast um RÁK Lab á heimasíðuni hjá Vágs kommunu

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder