Verkfallið hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum - Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag rakar ikki sáttmálaøkið hjá kommununum og landinum.
Tað siga Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Jan Mortensen, lønarstjóri í Fíggjarmálaráðnum.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava ikki sáttmála við omanfyrinevndu fakfeløg, og er ikki partur av trætuni millum nevndu feløg og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Tað, at stovnar hjá landinum og kommununum brúka sáttmálarnar hjá arbeiðarafeløgunum og Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki við sær, at arbeiðarafeløgini kunnu leggja arbeiðið niður á stovnum undir landinum og kommununum, verður sagt.
Arbeiðsfólk, sum starvast hjá stovnum undir landinum, hjá kommununum, SEV og IRF fara sostatt ikki í verkfall, sum er lýst at byrja á midnátt mánakvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald