Mentan

Rakel Helmsdal í uppskoti til stóra virðisløn

Hon er í uppskoti til Astrid Lindgren Memorial Award, sum er størsta bókmentavirðislønin fyri barna- og ungdómsbókmentir í heiminum

2019-10-17 16:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rakel Helmsdal er í uppskoti til Astrid Lindgren Memorial Award 2020, eisini nevnd ALMA-virðislønin. Hetta varð í dag kunngjørt á árligu bókamessuni í Frankfurt.

ALMA-virðislønin er størsta bókmentavirðislønin fyri barna- og ungdómsbókmentir í heiminum. Tilnevningina hevur hon fingið fyri savnaða ritverk sítt sum rithøvundur, myndprýðari, søguforteljari og lesifremjari.

Hetta er fjórðu ferð, at Rakel Helmsdal er tilnevnd, og hon er einasti føroyski rithøvundurin, sum hevur verið tilnevnd til hesa virðislønina.

Vinnarin verður kunngjørdur á stóru barnabókamessuni í Bologna í mai 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder