Mentan

Rakel Helmsdal innstillað til enn eina bókmentavirðisløn

Bøkurnar, ið eru í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina hjá Útnorðurráðnum vórðu avdúkaðar í Norðurlandahúsinum í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-01-29 16:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vakra myndabókin ”Loftar tú mær?” hjá Rakel Helmsdal er millum tær tríggjar bøkurnar, sum eru í uppskoti av vinna bókmentaheiðurslønina fyri barna- og ungdómsbókmentir, sum Útnorðurráðið letur á øðrum hvørjum ári.

Hvør vinnarin verður, verður kunngjørt undir bókmentadøgunum í Norðurlandahúsinum í Havn í november.

Tað var Bergur Rasmussen, limur í føroysku dómsnevndini, avdúkaði hvørjar bøkur eru innstillaðar undir málráðstevnuni Mál í Útnorði, sum Útnorðurráðið skipaði fyri í Norðurlandshúsinum í dag.

Trey trý londini í vesturnorrøna tingsamstarvinum hava innstillað hvør sína bók, og í øllum førum er talan um vakrar myndprýddar bøkur.

Hesar bøkur eru innstillaðar:

Grønland: Orpilissat nunarsuarmi kusanarnersaat (Det smukkeste juletræ i verden), myndabók hjá Juaaka Lyberth, útgivin á Milik, 2019.

Ísland: Langelstur að eilífu (Forevigt den allerældste), myndabók hjá Bergrún Íris Sævarsdóttir, útgivin á Bókabeitan.

Føroyar: Loftar tú mær? (Griber du mig?), myndabók hjá Rakel Helmsdal, útgivin á Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2019, Billedbog.

Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins verður latin annað hvørt ár. Í 2018 fekk Bárður Oskarsson virðislønina fyri ”Træið”. Í 2016 vann Rakul Helmsdal fyri bókina ”Hon, sum róði móti ælaboganum” 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder