Dagin eftir kommunuvalið fer Rakel Helmsdal, rithøvundur, at innleiða sýningina við nýggja filminum “The Personal History of David Copperfield” í Filmsfelagnum. Tað er skotski leikstjórin, Armando Iannucci, ið hevur leikstjórnað
Hóast navnið er hann úr Glasgow og hevur fyrr gjørt satiriska filmin ”The Death of Stalin”, sum Filmsfelagið vísti fyri knapt tveimum árum síðan.
Søgan hjá Charles Dickens um David Copperfield kom fyrstu ferð út í bók í 1850. Í nýggja filminum um David Copperfield hevur Dev Patel frá “Slumdog Millionaire” høvuðsleiklutin.
Ummælarar siga, at klassiska søgan hjá Dickens í hesum filmi er ein litríkari klassikari enn nakrantíð fyrr, sum við øllum diversiteti er málaður beint til okkara tíð.
– Filmsfelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald