Uttanlands

Rakettálop í Lviv kravt í minsta lagi seks mannalív

Millum tey, ið hava latið lív, er eitt barn, sigur guvernørurin í býnum. Boðað verður eisini frá, at átta fólk eru særd

2022-04-18 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi seks fólk hava latið lív í málrættaðum russiskum rakettálopi móti vesturukrainska býnum Lviv í morgun.

Millum tey, ið hava latið lív, er eitt barn, upplýsir guvernørurin í býnum.

Eisini verður sagt, at átta persónar vórðu særdir, og heitt verður á borgarar í býnum um at leita sær skjól.

Sambært borgarstjóranum í Lviv er talan um fimm russisk rakettálop, sum hava rakt býin í morgun.

Lokalu myndugleikarnir hava boðað frá, at álopini hava rakt hernaðarstøðir umframt tokstøðina í býnum. Hetta er tó, sambært Ritzau, enn ikki váttað.

Vesturukrainski landsluturin Dnipropetrovsk er eisini rakt av álopum í morgun. Álopini í býnum Dnipro hava gjørt skaða á infrakervið í býnum, m.a. tokbreytirnar.

Boðað verður eisini frá, at tveir persónar hava fingið skaða.

Ukrainskar keldur upplýsa eisini fyri tíðindastovuni dpa, at russiski herurin í nátt hevur trongt seg inn í býin Kreminna, sum liggur í Luhansk-økinum í Eysturukraina. Fýra sivilfólk hava latið lív í býnum, sambært Reuters.

Russiska verjumálaráðið sigur, at Russland í dag hevur lopið á landslutirnar Kharkiv, Zaporizjzja, Donetsk og Dnipropetrovsk, umframt havnabýin Mykolajiv. Sagt verður at Russland hevur lopið á 108 vápnagoymslur hjá ukrainska herinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder