Rakettútskjótingarstøðin í Hetlandi, sum higartil hevur verið kallað Shetland Space Centre, broytir nú navn til SaxaVord Spaceport.
Støðin fær nú nýggjan samleika fyri at gera vart við seg sum ein týðandi viðspælari í evropeiska rúmdarídnaðinum, skrivar heimasíðan hjá Shetland Space Centre.
Rakettútskjótingarstøðin verður uttast á norðastu oynni í Hetlandi, Unst, og er longu útvald at vera útskjótingarstað fyri UK Pathfinder rakettætlanini hjá Lockheed Martin og ABL Systems næsta ár.
Saxa Vord er navnið á hægsta fjallinum ella heygnum á Unst – 935 føtur, svarandi til umleið 285 metrar – haðani tað sæst oman yvir komandi rakettútskjótingarstøðina, har tað fyrr hevur verið radarstøð hjá Royal Air Force.
Tann støðin bar eisini navnið Saxa Vord, eins og frítíðardepilin, sum hevur verið á staðnum eftir at bretska flogvápnið flutti av staðnum.
Saxa er navn úr norrønu gudalæruni. Saxa var ein risi, sum livdi á einum heyggi. Á sjónum nærhendis búði ein annar risi Herma, og teir høvdu til frægd at kasta grót ímillum sín. Herma er eisini uppkallaður á Unst, Hermaness er eitt nes beint yvir av Saxa Vord norðast á Unst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald