Uttanlands

Rakettstøðin í Hetlandi fingið neyðugu loyvini

Arbeiðið við at byggja SaxsVord Spaceport hevur ligið stilt í eina tíð – nú verður rokna við, at ferð kemur á aftur

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2023-12-18 16:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rakettútskjótingarstøðin í Unst í Hetlandi hevur nú fingið almennu góðkenningina at fara í gongd við útskjótingar.

Hetta vóru kærkomin tíðindi fyri fólkini norðast í Hetlandi, sum í longri tíð hava strongt á fyri at fáa rakettútskjótingarstøðina SaxaVord Spaceport á Lamba Ness í landnyðringshorninum av Hetlandi í lag.

BBC skrivar í dag, at bretska rúmdarumsitingin Civil Aviation Authority nú hevur givið støðini loyvi at byrja sínar uppskjótingar í 2024.

Harvið verður SaxaVord Spaceport fyrsta rúmdarhavn í Vesturevropa, ið fær loyvi til vertikalar (lodrættar) útskjótingar.

Fíggjarligar avbjóðingar

Fyri lokala miðlinum ShetNews váttar stigtakarin til støðina og eigari av økinum, Frank Strang, at verkætlanin hevur havt fíggjarligar avbjóðingar hesa seinastu tíðina. Arbeiðið at byggja rakettútskjótingarstøðina á Lamba Ness hevur meira ella minni ligið stilt síðan í summar, tá ein skuld á 139 milliardir pund var staðfest.

Høvuðsarbeiðstakarin, DITT, og fleiri undirveitarar góvust við sínum arbeiðum, og tóku útgerð og maskinur av økinum, og síðan hevur Strang arbeitt við at fáa fígging til vega frá verandi og nýggjum íleggjarum.

Arbeiðið við at byggja ein stóran hangar á økinum steðgaði tó ikki, sambært ShetNews, tí danski ríkmaðurin, Anders Holch Povlsen, sum í august kom inn sum íleggjari gjøgnum felagið Wild Ventures Ltd., valdi at hjálpa við fíggingini.

Seinastu tíðina er farið stillisliga fram við fíggjarligu trupulleikunum hjá rúmdarstøðini til tess ikki at órógva arbeiðið við at fáa endaliga loyvið frá CAA.

Søguligt

Nú kann Frank Strang fegnast í vónini um, at ferð nú kemur í arbeiðið aftur.

- Hetta er søguligt. Boðini um at loyvið nú er komið er ein fantastiskur máti at enda árið og fara inn í jólahøgtíðina við, sigur Frank Strang við ShetNews.

BBC veit at siga, at týska felagið HyImpulse longu í august 2024 fer í gongd við sokallaðum sub-orbitalum útskjótingum. Tað eru útskjótingar, sum ikki røkka út í ytra rúmið.

Fullar orbitalar – lodrættar – útskjótingar – eru nú útsettar til 2025.

Fleiri fyritøkur eru áhugaðar í at brúka støðina í Hetlandi til sínar útskjótingar. Teirra millum eru týska fyritøkan Rocket Factory Augsburg, RFA, Lockheed Martin/ABL Space Systems og Skyrora.

Harvið bendir alt á, at verkætlanin í Hetlandi er komin eitt stig framum allar hinar verkætlanirnar, sum eru í gongd á bretskari jørð.

Tann ætlanin, sum er komin næstlongst, er ætlanin um eina rakettstøð í Sutherland, norðast í Skotlandi. Aðrar ætlanir eru á North Uist á Hebridunum, í Prestwick beint vestan fyri Glasgow og Machrihanish nærhendis Mull of Kintyre í Vesturskotlandi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder