Í kvøld var finalan í íslendska Melodi Grand Prixnum - Söngvakeppnin. Tveir føroyingar luttóku: Kristina Skoubo Bærendsen við sanginum "Mama said" og Jógvan Hansen sum kórsangari hjá Friðrik Ómar, ið klaksvíkingurin hevur samstarvað nógv við.
Fimm luttakarar vóru í finaluni og eftir at øll høvdu upptraðka, komu tveir sangir víðari. Annar var "Hvað ef ég get ekki elskað" hjá Friðriki, og hin var favoritturin "Hatrið mun sigra" hjá Hatari. Og tað var sangurin við heilt serliga stílinum, ið vann Söngvakeppnin. Tað var ein blandingur av atkvøðum hjá fólki, og hjá dómsnevndini sum avgjørdu tað. Í dómsnevndini sótu tíggju fólk; tríggir íslendingar og so sjey persónar í hvør sínum landi.
Tað eydnaðist harvið ikki hjá Kristuna at syngja seg víðari til Eurovision. Føroyska songkvinnan hevði annars eina sera góð framførslu. Friðrik, Jógvan og hini gjørdust eisini ov stutt.
Hatari er íslendska umboðið í Eurovision, sum í ár er í Ísrael. Kappingin er mitt í mai.
Uttanlands
Rakk ikki hjá Kristinu ella Jógvan
Sangurin "Hatrið mun sigra" sigraði í íslendska Grand Prixnum. Friðrik Ómar, við Jógvan Hansen sum kórsangara, endaði nummar tvey
Jógvan og Kristina undan framførslunum í kvøld
2019-03-02 22:28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald