Innanlands

Rakstur komin á grindina

Eru út fyri Rituvík nú

2021-08-10 11:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gekk heldur strilti at fáa rakstur á lítlu grindina, sum fyrrapartin varð funnin á Lambavík.

Men nú sær út til, at bátarnir hava fingið rakstur á grindina. Ætlanin er at reka grindina inn á Skálafjørð, men tað verður ein løta áðrenn hon kann haldast til.

Seinast vit frættu, var grindin júst komin um Nevið og skuldi nú ligið onkrastaðni út fyri Rituvík við kós móti Eystnesi.

Myndirnar eru tiknar á Lambavík 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder