Fyri fjórðu ferð var skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum í ár er 21.-28. apríl, og vinnararnir av ársins skrivikapping eru nú funnir.
Uppgávan í ár var at skriva eitt ummæli av einum heildarverki, útgivið í 2020 ella seinni. Tríggjar virðislønir vórðu latnar, fyrsta og onnur virðisløn, umframt virðisløn til ungt fólk sum vísir serliga góð evnir, skrivar Runavíkar kommuna.
Fyrsta virðisløn varð latin til Rakul í Gerðinum fyri ummælið "Sniðfundiga samansett orð". Ummælið snýr seg um tvey yrkingasøvn eftir Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Tykisljóð og Setorð, og um ummælið skrivar dómsnevndin:
– Ummælið brúkar egið myndamál og hevur bæði rís og rós til verkini. Tað greinar og setir í frásjón, og lesarin fær tekstabrot at síggja, so at ummælið er sum ein sýnisgluggi, har verkið verður presenterað, og lesarin fær gjørt sær sínar egnu metingar. Ummælið er humoristiskt, og skrivarans upplivingar eru lýstar, uttan tó at seta skrivaran í sentrum. Tað er væl skrivað og atfinningarsamt, men við virðing ásannandi, at tað er trupult at finnast at.
Onnur virðisløn varð latin Birgit Remmel fyri ummælið "Tann seinasta gandakellingin?", sum er um bókina Sára Malena eftir Sólrun Michelsen.
Um ummælið skrivar dómsnevndin:
– Eitt sera víðskygt ummæli við tilsipingum til aðrar bókmentir og rák. Áhugaverdar viðmerkingar til dr. Jakobsens brigdið av søgnini um Beintu. Viðgerðin umfatar sjónarhorn søgunnar og lesarauppliving og hevur sera áhugaverdar hugleiðingar um, hvørja funktión hugleiðingar Sólrunar við hvørt kapittul hava. Niðurstøðan setur søguna í nútíðar frásjón á áhugaverdan hátt.
Virðislønin til ungt fólk sum vísir serliga góð evnir fór til Hjørdis Rannváardóttir Reistrup, sum hevði skrivað ummæli um Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal.
Dómsnevndin skrivar:
– Ummælið byrjar á spennandi hátt og fangar lesaran, áðrenn bókin verður nevnd. Skrivarin førir okkum við endurtøkum inn í universið í bókini, á sama hátt sum røðarar í bókini gera til tess at sannføra fólkið. Ummælið er greinandi og perspektiverandi og vísir á, hvussu fámannaveldið virkar. Faklig hugtøk verða brúkt og ummælið sipar til annan ungdómsskaldskap. Ummælið nevnir eisini, at ikki nógvar slíkar bøkur eru á føroyskum, og evni, sum verða viðgjørd, eru vanliga sett í samband við heilt onnur samfeløg enn okkara. Ummælið endar við at seta sera viðkomandi samfelagsligar spurningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald