Seinastu árini hevur Tórshavnar kommuna ongan fastan sertannlækna havt til tannrætting, og uppgávan hevur verið røkt av sertannlækna úr Danmark.
Men hetta er nú broytt.
Tórshavnar kommuna skrivar, at fyrr í ár samtykti býráðið at lýsa starvið leyst, og Rakul Mikkjalsdóttir varð sett.
Rakul Mikkjalsdóttir byrjaði í starvinum 1. September og starvast á tannlæknastovuni á Skúlanum við Løgmannabreyt.
Rakul Mikkjalsdóttir og Unn Jacobsen, tannlæknatjóri í Tórshavnar kommunu
Barnatannrøktin í Tórshavnar kommunu bjóðar øllum børnum og ungum frá 0 til 17 ár alla neyðuga tannrøkt. Umleið 6000 børn og ung eru knýtt at Barnatannrøktini hjá Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald