Í gjár kunngjørdi Ramush Haradinaj, at hann leggur frá sær sum forsætisráðharri í Kosovo. Orsøkin er, at hann er skuldsettur fyri at hava framt krígsbrotsverk undir krígnum í Kosovo beint áðrenn aldarskifti og hann skal harvið møta í altjóða dómstólinum í Haag. Hetta skrivar Reuters
Málið hevur koyrt í fýra ár. Í 2015 bleiv ein serligur dómstólur settur á stovn, sum skuldi viðgera sakarmál í samband við krígsbrotsverk sum vórðu framd seinast í nítiárinum. Serliga var fokus á frælsisherinum í Kosovo, KLA, sum stríddist fyri sjálvræði fyri Kosovo. Ramush Haradinaj er sentralur í tí førinum, tí 51-ára gamli maðurin var herovasti í KLA.
Kosovo lýsti seg sum sjálvt sum sjálvstøðuga tjóð í 2008, og hevur síðani fingið viðurkenning frá stórum parti av umheiminum. Serliga er stríð tó við Serbia enn. Hvørjar avleiðingar skuldsetingarnar fáa annars fyri Haradinaj, er óvist, men eftir næstan tvey ár í sessinum sum forseti, varð hann noyddur at leggja frá sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald