
Ymist er hvussu vit brúka tíðina, nú áheitanin frá myndugleikunum er at halda seg heima meðan koronasmittan stendur við.
Í Fraklandi er ein maður, sum valdi at brúka næstan sjey tímar til at renna eitt fult marathon á svalanum.
Maðurin eitur Elisha Nochomovitz, sum hevur ein sjey metra breiðan svala í íbúð síni í Balma, ein forstaður til Toulouse.
Við tíðini seks tímar og 48 minuttir rann hann eitt marathon, 42,2 kilometrar aftur og fram úti á svalanum.
- Tað snúðiseg eitt sindur um at seta sær avbjóðingar og fáa eitt sindur av spenningi inn í innilæstu tilveruna, segði fraklendingurin, sum hevði vant til at skula renna eitt marathon.
Men hann legði afturat, at hann eisini gjørdi tað fyri at kunna gera vart við og vísa sín stuðul til fólkini, sum arbeiða í heilsuverkinum.
Í Fraklandi er útigongumann. Fólk, ið skulu heimanífrá, skulu fylla út eitt oyðiblað, sum fortelur, hvørji ørindi teirra eru, og tað er ikki nóg haldgóð grundgeving at siga, at ein er í venjing til eina marathonrenning.
Nochomovitz tekur undir við tiltakinum.
- Tað ber ikki til, at øll knappliga sleppa út at renna, so hjálpa tiltøkini einki, sigur hann.
Eisini onnur hava gjørt líknandi brøgd í seinastuni. Ein kinverskur marathonrennari, Pan Sahchu, stytti sær stundri við at renna 50 kilometrar inni í stovuni hjá sær sjálvum, skrivar The Guardian.
En confinement dans son appartement, Elisha Nochomovitz un Toulousain a réussi l'exploit de courir un marathon, soit environ 42,2 km...sur son balcon...long de 7 mètres ! #vacherfunradio #ConfinementJour3 #Covid_19 pic.twitter.com/NmiujYQ51v
— Le Vacher Time (@VacherFunRadio) March 19, 2020
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald