Mentan

Ranvá A. Knudsen við nýggjari uppskrifts- og ítrivsbók

Ranvá, ið er kend frá "Dreymakøkurnar hjá Ranvá" á Facebook, hevur givið út "Heimabakstur og ítriv, tá hugnin fevnir heimið", sum inniheldur uppskriftir og ymiskt ítriv, sum familjan kann gera saman til jóla

Mynd: Ranvá A. Knudsen

Mynd: Ranvá A. Knudsen

2020-11-25 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Líka síðani eg var lítil smágenta, minnist eg meg hava havt ein serligan tokka til jólini. Hugnin, kuldin, kavin, angin av nýbakaðum køkum og ljósini gera okkurt gott við meg, og tað er hesa tíðina, eg njóti at seta tíð av til at skapa ymiskt handaligt, baka og sum heild hugna um í heiminum.

Tað sigur Ranvá A. Knudsen, sum hevur givið út nýggju bókina "Heimabakstur og ítriv, tá hugnin fevnir heimið".

Talan er um ein bók við uppskriftum og ymiskum ítrivi, sum familjan kann gera saman til jóla. M.a. inniheldur bókin uppskrift uppá cookies, konfekt og dessertir, umframt jólapynt.

[object Object]

Ranvá A. Knudsen er kend frá “Dreymakøkurnar hjá Ranvá” á Facebook, og er tað samanrenningina av bakstri og ítrivi, sum skapar jólahugnan í heiminum, sum hon vil raka við nýggju bókini.

Tað er Ranvá sjálv sum gevur bókina út. Hon hevur sjálvt gjørt allar uppskriftirnar í bókini, og hon hevur eisini tikið allar myndirnar og sett upp. Estra hevur prentað bókina, sum fæst til keyps í Trin27, í Gamla Bókahandli og í Rit og Rák í Havn. Eisini fæst hon Hjá Stanley við Streymin, í Bókabúðini í Saltangará, í Alfa bókahandli í Klaksvík, í FK í Miðvági og í Tangabúðini á Tvøroyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder