Innanlands

Rannvá Joensen takkaði fyri seg eftir 37 ár sum lærari

Fráfaringaløta var fríggjadagin fyri varaskúlastjóranum á Skúlatrøð í Klaksvík

Nógv fólk samlað til fráfaringarløtuna. Fleiri vóru, sum á ymsan hátt vildu bera Rannvá eina heilsan, nú hon fer frá (Mynd: skulatrod.fo)

Nógv fólk samlað til fráfaringarløtuna. Fleiri vóru, sum á ymsan hátt vildu bera Rannvá eina heilsan, nú hon fer frá (Mynd: skulatrod.fo)

2025-01-28 10:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað finnast persónar, sum hava serliga ávirkan á tað umhvørvið, sum tey eru partur av. Serliga eru tað tey, sum hava gjørt ein stóran og áhaldandi innsats. Tað hevur tú.

Soleiðis segði Karl H. Johansen millum annað í røðu síni til Rannvá Joensen. Rannvá er nú givin sum lærari eftir heili 37 ár. Í hesum sambandi var fráfaringaløtu í Miðhøllini á Skúlatrøð fríggjadagin, har borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu segði nøkur orð.

Karl Johansen takkaði millum annað nú fráfarandi varaskúlastjóranum fyri síni avrik og stóra avrik í norðurlendskum skúlaleiðaratoymi, sum hevur havt stóran týdning fyri vinarbýarsamstørvini, sum Klaksvíkar kommuna hevur við Ísland, Finnland, Norra, Svøríki og Danmark.

Til ber at lesa alla røðuna hjá borgarstjóranum her

[object Object]
Karl Johansen og Rannvá Joensen (Mynd: klaksvik.fo)

Morgunsagnur varð eisini nevndur. Hetta er nakað, ið stóð Rannvá Joensen nær. Til tann seinasta í hennara tíð í skúlanum í síðstu viku, hevði hon ynskt "Gakk tú Tryggur".

Skipað var fyri morgunløtu, har Rannvá var við til morgunsangin hjá teimum yngru og hjá teimum eldru, fyri at takka fyri tíðina og geva teimum eina heilsan. Rannvá ynskti, at sangurin í morgun skuldi verða Gakk tú tryggur, tí hann er serstakur og vakur og kann brúkast til rættiliga nógv viðurskifti í lívinum (Upptøka: skulatrod.fo)

Nógv fólk vóru samlað til fráfaringarløtuna, sum var í nýggju miðhøllini. Fleiri vóru, sum á ymsan hátt vildu bera Rannvá eina heilsan, nú hon fer frá, skrivar skulatrod.fo.

Skúlastjórin Jónleif Johannesen bjóðaði vælkomin og síðani vóru fleiri røður hildnar. Jónleif Johannesen fyri Skúlatrøð, Lena í Buð fyri skúlastýrið, Karl Johansen fyri Klaksvíkar kommunu, Vagn Foldbo fyri Undirvísingarstýrið og Jórunn Høgnesen fyri starvsfólkini á Skúlatrøð. Fiona Parker bar eisini eina tøkk fram vegna skúlahornorkestrið. Eisini vóru gávur handaðar.

[object Object]

[object Object]
Myndir: skulatrod.fo

Fleiri sang og tónleikainnsløg vóru eisini. Skúlahornorkestrið spældi eitt lag, so ein sangur frá kvinnuliga lærarakórinum, vakri sangurin, sum hevur so nógv at siga fyri Rannvá, Gakk tú tryggur, varð sungin av kórinum, sum var uppsett til høvið og til endans eitt innslag við Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe.

Til seinast takkaði Rannvá fyri tíðina og føgru orðini, og øll vórðu boðin til smyrjibreyð og lagkøku í matarhøllini.

Rannvá Joensen byrjaði sum lærari í Haraldsundi. Í 1992 fór hon í starv í Ósaskúlanum, og síðani fólkaskúlarnir í Klaksvík gjørdist ein skúli, hevur hon starvast á Skúlatrøð sum varaskúlastjóri.

Fleiri myndir frá løtuni kunnu síggjast her

[object Object]
Rannvá Joensen takkar fyri seg sum lærari (Mynd: skulatrod.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder