Ole Wich og Birgir Kruse, sum higartil hava myndað Filmsfelagið í mong ár, hava um vikuskiftið víðkað um starvsliðið, sum stendur saman um felagið, ið hevur film sum áhugamál.
Tað er við 27 ára gomlu Rannvá Jónsdóttir, ið arbeiðir sum producer assistent hjá Kykmyndum. Rannvá Jónsdóttir fæst eisini við aðrar filmsverkætlanir við síðurnar av, har hon arbeiðir seg upp sum framleiðari.
Hon er sera takksom fyri álitið at gerast ein partur av Filmsfelagnum, og vónar hon, at hon kann gera mun.
Næsti filmur í felagnum er hin danski ”Undtagelsen”, sum byggir á samnevndu metsølubókina, og síðan er fyrsti saudiarabiski filmurin, sum er framleiddur av einari kvinnu, á skránni. Talan er um ”Maryam The Perfect Candidate”. Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, fer at innleiða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald