Innanlands

Rannvá Sólheim tekur við sum brúkaraumboð

Hon avloysir Rannvá Ragnarsdóttir 1. november. Rannvá Sólheim er útbúgvin løgfrøðingur og hevur drúgvar royndir, bæði úr vinnuni og almennu umsitingini

Rannvá avloysir Rannvá (Mynd: uvmr.fo)

Rannvá avloysir Rannvá (Mynd: uvmr.fo)

2022-10-04 16:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur sett Rannvá Sólheim sum nýtt brúkaraumboð.

Hetta skrivar Umhvørvis- og vinnumálaráðið á heimasíðu sínari í dag.

Um hana skrivar uvmr.fo, at Rannvá er 51 ára gomul, er útbúgvin løgfrøðingur og hevur drúgvar royndir, bæði úr vinnuni og almennu umsitingini.Rannvá starvaðist fleiri ár hjá Føroya Tele og í Dátueftirlitinum, áðrenn hon fór í starv sum løgfrøðingur í Løgtinginum, har hon var í 10 ár.

Seinastu tíðina hevur Rannvá verið løgfrøðingur í Fiskimálaráðnum, og 1. november tekur hon við sum brúkaraumboð eftir Rannvu Ragnarsdóttir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder