Mentan

Ranvør Isholm gevur út nýggja barnabók

Bókin "Hilda og Monsi" snýr seg um gentuna Hildu og dreingin Monsi, sum eru vinir. Ein dagin hvørvur Monsi inn í ein Álvaheyggj

2021-09-01 19:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú gevur Bókadeild Føroya Lærarafelags út nýggja barnabók eftir Ranvør Isholm.

Bókin "Hilda og Monsi" snýr seg um gentuna Hildu og dreingin Monsi, sum eru vinir. Og ein dagin hvørvur Monsi inn í ein Álvaheyggj.

Lena Nicolajsen hevur myndprýtt bókina, ið egnar seg væl til børn, sum eru umleið 3-5 ár. Bókin er innbundin og er 28 síður. Mentanargrunnur Landsins og Eysturkommuna hava stuðlað útgávuni.

Um bókina
Ein morgun fortelur pápi Hildu um álvagentur, sum duga gand. Hilda heldur ikki, at hetta er ein stuttlig søga, tí hon fer beint at hugsa um vin sín, Monsi, sum býr í gulu húsunum beint við Álvaheyggin, har sum álvagenturnar búgva. Hon fer beina leið heim til Monsi – hon má verja hann fyri álvagentunum.[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder