Summar Festivalurin er av á hesum sinni, og á stóra palli, Vágsbøi, varð endað við einum braki frá danska sjónleikaranum Rasmus Bjerg, sum sang John Mogensen-sangir.
Skal ein yvirskrift setast á dagarnar var tað “nýggjar leiðir” hósdag, “alt við tað sama” fríggjadag og “danskur felagssangur” leygardag.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Hóskvøldið var tað norski plátuvendarin Alan Walker, sum gandaði Vágsbø til eina hoppandi áhoyrarfjøld við sínum heimshittum. Undanfarin ár eru tað festivalarnir í høvuðsstaðarøkinum, sum hava havt DJ á plakatuni, men soleiðis sum stóra navnið varð móttið hósdagin, er greitt, at tað ikki er seinastu ferð, at elektroniskur tónleikur upp á hendan mátan er á Summar Festivalinum.
Les eisini: Grímuklæddur norðamaður hevði eitt show av einari aðrari verð
Fult hús til Dynamit fríggjakvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Fríggjakvøldið var svinnandi lítið av fólki til konsert hjá einum av útlendsku høvuðsnøvnum, Steelheart, men fult hús til lokala Dynamit nakrar tímar seinni. Klaksvíksbólkurin við Niclas Hera Jákupsson og "Shaky" á odda kann ikki sigast at hava flutt seg nakað sum helst seinastu nógvu árini, men dugir at fáa fólki við, og eydnast framúr væl við nettupp tí.
Les eisini: Dynamit megnaði tað, sum amerikanska høvuðsnavnið ikki gjørdi
Danskur felagssangur
Aftur til leygardagin - ella leygarkvøldið, tí alt byrjar seint á Summar Festivalinum. Tað møta ikki nógv fólk upp til eina konsert, sum er klokkan hálvgun tíggju á kvøldi. Soleiðis er tað nú einaferð í Klaksvík.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Tað var sjón fyri søgn, tá donsku poppstjørnurnar frá 80’unum og 90’unum, Anne Dorthe Michelsen og Maria Bramsen framførdu hittini hjá Tøsedrengene og Ray Dee Ohh.
Tá konsertin byrjaði vóru ikki nógv fólk á Vágsbøi, men so líðandi byrjaði at fyllast. Ein frálík konsert við væl spælandi tónleikarum og góðari framførslu av teimum báðum poppstjørnunum, sum ikki eru heilt ungar longur.
Klokkan eitt var eitt av stóru nøvnunum hjá Summar Festivalinum í ár. Danski sjónleikarin og undirhaldarin Rasmus Bjerg, sum spældi tey kendu løgini hjá John Mogensen.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Staðfestast kann, at føroyingar eru garrvillir við John Mogensen, og tulkingin hjá Rasmusi Bjerg var sera góð. Endað var við stórari sangløtu tá “Så længe jeg lever” varð spældur, sum vóru vit øll til eina stóra veitslu.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Páll Finnur Páll setti punktum í tjaldinum og spældi øll síni hitt, eins og teir hava gjørt so ofta áður.
Veðrið var við, men uppmøtingin kundi verið betri
Hóskvøldið hevði hug at regna og móti endanum av stórslignu konsertini hjá Alan Walker regnaði illa. Tað regnaði alla náttina og út á morgunin, men so var turt. Fríggjadagin vóru fyrireikararnir - og festivalgestir - sera heppin við veðrinum. Leygardagin regnaði um dagin, men sum heild var gott veður.
Fríggjakvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)
Seinastu tvey árini hevur eingin festivalur verið, og hetta hevur helst viðvirkað til at ikki eins nógv fólk vóru á Summarfestivali, sum tað vanliga eru. Erik Biskopstø sigur við FM1 í dag, at umleið 20 prosent færri fólk vóru á festivalinum í ár enn tað plagar.
Tunna skráin eigur eisini sín leiklut. Stóra navnið var uttan iva Alan Walker hóskvøldið, og á pappírinum tóktiskt tað sum at alt fýrverkið varð latið av. Hóast summi høvdu hug til at finnast at hesum, so má bara sigast at tað eydnaðist fyrireikarunum væl kortini. Tey, sum vóru á festivali fingu nógvar frálíkar framførslur hóast tað ikki vóru altjóða kend nøvn.
Næsta ár fara fyrireikararnir uttan iva at leggja seg í seðlarnar fyri at fáa fleiri altjóða nøvn á størsta og flottasta pall, vit hava í Føroyum.
Sí eisini:
Myndir: Hóskvøld á Summar Festivalinum
Myndir: Fríggjakvøld á Summar Festivalinum
Myndir: Leygarkvøld á Summar Festivalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald