Mentan

Rasmus Bjerg: Fegin um at sleppa til Føroya

Rasmus Bjerg er fegin um at sleppa til Føroya at syngja sangir hjá John Mogensen leygardagin 18. mai

2019-05-12 10:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Næsta vikuskiftið fer kendi danski sjónleikarin Rasmus Bjerg at hava konsert í Høllini á Hálsi í Havn. Hann fer at syngja allar teir kendu sangirnar hjá John Mogensen – eitt nú »Så længe jeg lever«, »Der er noget galt i Danmark«, »Fut i Fejemøget« og aðrar.

Rasmus Bjerg spældi legendariski sangarin John Mogensen í nógv rósta filminum »Så længe jeg lever«, sum varð útgivin í fjør. Eftir filmin hevði Rasmus Bjerg nakrar framførslur, har hann sang sangir hjá John Mogensen. Hesar framførslur vóru so væl umtóktar og fingu so góð ummæli, at hann nú er á konsertferð við einum serligum John Mogensen showi. Nógva staðni eru konsertinar útseldar.

Leygarkvøldið 18. mai syngur Rasmus Bjerg í Høllini á Hálsi.

– Eg eri fegin um, at eg havi fingið møguleikan at koma til Føroya at syngja sangirnar hjá John Mogensen. Vit kunnu lova tykkum eitt stuttligt og festligt kvøld, sigur Rasmus Bjerg, sum hevur væl spælandi bólk við sær til Føroya.

Umframt Rasmus Bjerg og hansara bólk fara Frændur eisini aftur á pallin hetta kvøldið. Frændur plagdu at hava tiltiknar framførslur júst í Høllini á Hálsi, og eftir ein steðg upp á meira enn 10 ár, eru Frændur nú aftur til reiðar at spæla í Høllini á Hálsi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder