Mentan

Rasmus Lyberth á Reinsarínum í september

Leygardagin 12. september verður grønlendski sangarin at hoyra á Reinsarínum

2026-06-17 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 12. september framførir grønlendski Rasmus Lyberth á Reinsarínum.

– Við síni sermerktu rødd, nærveru og hjartanemandi sangum hevur Rasmus Lyberth í áratíggju verið ein av mest týðandi mentanarrøddunum í Grønlandi og Norðuratlantshavi.

– Á skránni verða bæði væl kendir sangir og nýggjari tónleikur, kryddað við persónligum frásagnum, skemtiligum søgum og djúpum hugleiðingum, skrivar Reinsaríið í tíðindaskrivi.

Atgongumerki til konsertina fáast á atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder