Nógvur ófriður var í Malmö-forstaðnum, Rosengården, í nátt í kjalarvørrinum av, at danski andstøðingurin, Rasmus Paludan, leiðari fyri høgravíðgongda flokkinum Stram Kurs, hevur brent koranir ymsa staðni í Svøríki hesar seinastu dagarnar.
Sambært Sveriges Radio hevur verið kastað við steinum og heimagjørdum brandbumbum, sonevndum molotovkokteils, móti løgregluni.
Um midnáttarleitið varð heldur settur á ein býarbuss.
Fleiri smærri ásettir eldsbrunar hava verið ymsa staðni í nátt.
Ein bilur koyrdi gjøgnum eina vegaforðing - bilførarin er skuldsettur fyri drápsroynd (Mynd: EPA)
Tað hevur elvt til øsing, at danski politikarin hevur brent koranir ymsa staðni í Svøríki. Í gjár koyrdi ein bilur gjøgnum eina vegforðing á einum steðgiplássi, kallað Skåbegården við Oyrasundsbrúnna.
Her varð bilførarin handgikin fyri drápsroynd. Fýra aðrir persónar eru eisini handtiknir í ófriðinum – eitt nú fyri eldsáseting á ein bil, skrivar Danmarks Radio.
Hósdagin var Rasmus Paludan í Örebro. Tá kom eldur í ein politibil (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald