Mimi Jacobsen, fyrrverandi politikari og forkvinna fyri flokkin Centrumdemokraterne og núverandi aðalskrivari í Red Barnet, fer at melda høgravíðgongda danska politikaran, Rasmus Paludan, til løgregluna fyri eina útsøgn hann kom við móti henni í sendingini Aftenshowet á Danmarks Radio í gjárkvøldið.
Mimi Jacobsen og Rasmus Paludan vóru bæði gestir í sendingini, tá Rasmus Paludan kallaði Mimi Jacobsen fyri ’nazi-svin’.
Útsøgnin kom eftir at Mimi Jacobsen sjálv hevði sagt um Rasmus Paludan og hansara politikk, at tað minti so nógv um tað, sum hendi í trýatiárunum, at hetta líktist nasistiskari tankagongd.
Rasmus Paludan svaraði aftur við, at hann helt at Mimi Jacobsen var tann persónurin í heiminum, sum eftir hansara tykki, líkist mest Adolf Hitler og sjálv er ein nasistur.
Leinki til sendingina er herundir. Umrødda kjakið kemur umleið 10 minuttir inni í sendingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald