Í gjárkvøldið bórust tíðindini um, at fyrsta kornskipið úr Ukreina síðan kríggið byrjaði har, var horvið.
Men nú bendir alt á, at skipið Razoni er funnið aftur, og hevur funnið leiðina til sýriska havnabýin Tartus.
Tað skrivar Financial Times, sum byggir sína vitan á fylgisveinamyndir, sum vísa skipið í havnini.
Talan er um fylgisveinamyndir, eitt nú frá evropeiska rúmdarfelagsskapinum, ESA, sum vísa, at skipið kastaði akker í sýrisku havnini longu leygardagin.
Tólið, sum vísir hvar skipið er, hevur verið sløkt síðan fríggjadagin, tá tað var statt út fyri kyprisku strondina.
Upprunaliga skuldi skipið til Tripoli í Libanon við lastini, sum er 26.000 tons av ukrainskum meisi. Men upprunaligi keyparin sýtti fyri at taka ímóti lastini, tí hon ikki kom til tíðina. Síðan er lastin seld og keypt fleiri ferðir, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald