Innanlands

Ferðsluóhapp í Hvannasundstunnlinum

Tveir bilar stoyttu saman í nýggja tunlinum í gjár. Teir gjørdust vrak, men tíbetur var eingin veruligur fólkaskaði

Hjá løgregluni er í løtuni enn nakað av óvissu um, júst hví og hvussu ferðsluóhappið hendi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Hjá løgregluni er í løtuni enn nakað av óvissu um, júst hví og hvussu ferðsluóhappið hendi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-02-25 07:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, týsdagin 24. februar, var fyrsta veruliga ferðsluóhappi í Hvannasundstunnlinum - øðrum av nýggju tunlinum Norður um Fjall.

Ikki nakað jaligt markamót men tíbetur slapst undan veruligum fólkaskaða.

Bilarnir fóru annars illa. Teir gjørdust vrak.

Hetta upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun. Hann sigur eisini, at málið nú verður kannað nærri.

Í fyrstu syftu sær ikki út til, at bilarnir vóru beinleiðis "gron til gron". Møguliga hava teir verið í gongd við at venda nakað fyri at sleppa undan stoytinum, men nú skal tosast nærri við bilførarnar, ið vóru teir einastu í bilunum. Hesir persónarnir vóru eftir óhappi koyrdir á sjúkrahús til kanningar, meðan breytin varð ruddað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder