Mentan

Reflections: Fyrsta útgávan hjá Magna Husgaard

Hósdagin gav Husgaard út Reflections, sum er ein samansavning av fimm instrumentalum pop/jazz løgum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-01-02 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin, á síðsta degi í 2020, kom Magni Husgaard út við síni fyrstu útgávu.

Útgávan, sum hann gevur út undir navninum Husgaard, ber heiti Reflections. Talan er um eina samansavning av fimm instrumentalum løgum í sjangruni pop/jazz.

Stutt um útgávuna sigur Magni Husgaard, at tónleikurin onkursvegna er ein hugleiðing um lívið, sambandið millum menniskju, tilveruna og tað andaliga.

Hann hevur sjálvur skrivað øll løgini, men lagið "Jane Doe", sum kann hoyrast omanfyri, er skrivað saman við Peturi Hans Niclasen.

Tónleikarar á útgávuni eru:
Gittar: Petur Hans Niclasen
Kontrabass: Eyðun Johannesen
Trummur: Høgni Klakkstein
Klaver: Magni Husgaard

Hans Poulsen hevur tikið upp í Bloch Studio og IntroVers Studio. Óli Poulsen hevur mixað, og myndirnar, sum eru tiknar í sambandi við útgávuna, hevur veingir tikið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder