Innanlands

Regatta av Eiði til Hósvíkar seinnapartin

Árabátarnir fara av Eiði klokkan 16 og motorbátarnir hálvan tíma seinni

Í fjør vóru eini 150 bátar við í regattasiglingini (Mynd: Sverri Egholm)

Í fjør vóru eini 150 bátar við í regattasiglingini (Mynd: Sverri Egholm)

2022-08-12 10:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóra regattasiglingin í Sundalagnum verður seinnapartin í dag. Siglt verður av Eiði, um brúnna við Streymin og til Hósvíkar, har nógv er á skránni.

Árabátarnir fara av Eiði í seinasta lagi klokkan 16, og motorbátarnir hálvan tíma seinni. Farið verður um brúnna beint fyri klokkan 18, siga fyriskipararnir.

Komið verður til Hósvíkar um hálvgun sjey tíðina, har bátafólkið í Bygdarhúsinum fær døgurða frá lokala Ruben Busk.

Um kvøldið vera framførslur í Tónaneystinum við Herborg Torkilsóttir, Hanusi G. Johansen Stongus og Guttesen og síðani verður felagssangur við Janusi Trúgvason á keiøkinum.

Bergtórur Bjarkhamar hevur røðu á kaiøkinum klokkan hálvgun tólv og á midnátt verður dansur í bygdarhúsinum við Hans Jacob Hjelm.

Undirtøkan hevur undanfarin ár verið góð. Í fjør vóru eini 150 bátar við í regattasiglingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder