
Nú verður regatta aftur í Sundalagnum. Fríggjadagin verður siglt av Eiði til Hósvíkar, har nógv verður á skránni.
Kappróðrarbátarnir loysa klokkan 16 og aðrir bátar klokkan 16.30.
Væntandi verða bátarnir í Hósvík um hálvgun sjey tíðina.
Kampingplássið liggur væl fyri, og er tað sera hugnaligt her, tá bátarnir koma í fylgi inn til Hósvíkar, siga fyriskipararnir.
Um kvøldið vera framførslur í Tónaneystinum við Herborg Torkilsóttir, Hanusi G. Johansen Stongus og Guttesen og síðani verður felagssangur við Janusi Trúgvason á keiøkinum.
Bergtórur Bjarkhamar hevur á kaiøkinum klokkan hálvgun tólv og á midnátt verður dansur við Hans Jacob Hjelm.
-
Vanliga savnast árabátarnir á Grønhólmi sunnanfyri brúnna við Streymin. Tað plagar at vera ein hugnalig løta við føroyskum dansi (Mynd: Sverri Egholm)
-
Árabátarnir fara av Eiði klokkan 16, og motorbátarnir loysa klokkan 16:30 (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald