Mentan

Regatta verður 16. august

Fríggjadagin í næstu viku verður siglt av Eiði til Hósvíkar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-05 14:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin í næstu viku, 16. august verður árliga Regattasiglingin, har siglt verður av Eiði til Hósvíkar.

Setanin verður á Eiði kl. 14.55, og síðan verður siglt til Hósvíkar.

Tá komið verður til Hósvíkar verður góður døgurði at fáa í bygdarhúsinum, og eftir døguran er bæði møti, sangur, tónleikaframførðslur og dansur á skránni, skrivar Sunda kommuna. Tilmeldingin fer fram her.

Regatta skrá 2024

Fríggjadagin 16. august:

  • kl. 14:55 Eyðstein Zachariasen setur Regatta
  • kl. 15:00 Árabátar fara av Eiði
  • kl. 15:30 Bátar fara av Eiði
  • kl. 16:45 Bátar samlast norðanfyri brúnna við Streymin
  • kl. 18:00 - 00:30 Kaffi-, Pylsu- og Øl-neyst opið
  • kl. 18:00 Bátarnir koma til Hósvíkar
  • kl. 18:00 - 20.00 Døgurði í bygdarhúsinum frá Ruben Busk
  • kl. 19.00 Útimøti á torginum niðanfyri Bygdarhúsið
  • kl. 20:30 Livandi tónleikur við Helena í Kálvalið í Tónaneystinum
  • kl. 21:15 Livandi tónleikur við Herborg Torkilsdóttir í Tónaneystinum
  • kl. 22:00 Livandi tónleikur við Sámal Ravnsfjall í Tónaneystinum
  • kl. 23:00 Felagssangur við Janus Trúgvason omanfyri bátahylin
  • kl. 23:30 Røða við Randi Kúrberg omanfyri bátahylin
  • kl. 00:00 - 04:00 Dansur við Hans Jakke & Vinmenn í Bygdarhúsinum
  • kl. 00:00 - 04:00 Kioskin opin í Bygdarhúsinum

Leygardagin 17. august:

  • kl. 08:00 - 11:00 Morgunmatur í Bygdarhúsinum fyri Regatta gestum
  • kl. 10:00 - 13:00 Kaffineystið opið
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder