2020-08-06 10:55
Árliga regattan í Sundalagnum verður av ongum í ár.
Stóra bátastevnan, har siglt verður av Eiði til Hósvíkar fríggjadag og víðari til ovastevnu í Nólsoy leygardag, skuldi verið næsta vikuskifti.
Men í dag boðar Hósvíkar Róðrarfelag, sum er fyriskipari av stóru stevnuni, at avgerð er tikin um at avlýsa tiltakið í ár.
- Vit eru sera hørm um støðuna, men hava verið í samband við koronaráðgevingina og meta vit í felag, at tað ikki er ráðiligt, at hava tiltakið í hesi støðuni, skrivar róðrarfelagið á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald