placeholder
Mentan

Reggae við afrikanskum íblástri í Tøting

Total Hip Replacement eitur orkumikið danskt orkestur, sum hevur konsert saman við Lyon Hansen

Total Hip Replacement

Total Hip Replacement

2019-05-14 16:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóskvøldið verður konsert í Tøting í Syðrugøtu við Total Hip Replacement úr Danmark og Lyon Hansen úr Gøtu.

Unga brúsandi okrukeldan Total Hip Replacement er smittandi spæligleði, ið lyftir áhoyraran uppfrá til eina tónleikaliga veitslu.

Bólkurin nýtulkar og sameinir reggae, soul og funk við afrikanskum botni, ið ber brá av m.ø. Bob Marley, The Black Seeds og Fat Freddys Drop. Bólkurin hevur spælt fleiri konsertir í Afrika, og havur tí sín stóra íblástur haðani. Sjey leikarar eru við bólkinum, sum er úr Aarhus, og júst tilnevndur “Årets Nye Danske Navn” til Gaffa Awards 2019.

 

Við Lyon Hansen er greitt, at áhoyrarin fær ein pakka, ið reikar í øllum kensluraðnum, tað er vakurt, skitið, hart, stilt, kensluborið, orkufult, ekta og gott, hvørja ferð.

Lyon hevur nomið sær tónleikaliga útbúgving í Bretlandi í fleiri ár, men er nú fluttur heimaftur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder